"Seinasta paradís á jørð" frumsýndur á størstu filmsstevnu í Norðurlondum

"Seinasta paradís á jørð" frumsýndur á størstu filmsstevnu í Norðurlondum
Filmsstevnan í Gøteborg hevur í dag kunngjørt, at nýggi filmurin hjá Sakaris Stórá, "Seinasta paradís á á jørð", er á Nordic Light skránni hjá teimum
 
07.01.2025 - 16:15

"Seinasta paradís á jørð" kallast nýggi filmurin hjá føroyska filmsleikstjóranum Sakaris Stórá. 

Filmurin er liðugur og byrjar at ganga í Havnar Bio 10. apríl, og atgongumerki til sýningarnar eru komin til sølu á bio.fo

Men longu nú boðar filmsstevnan í Gøteborg frá, at "Seinasta paradís á jørð" er sloppin upp í part á Nordic Light skránni hjá teimum. 

Hetta boðar framleiðslufelagið Kykmyndir frá í tíðindaskrivi. 

 

Størsta norðurlendska filmsstevna

Filmstevnan í Gøteborg er størsta filmsstevna í Norðurlondum, og hevur yvir 270.000 vitjandi.

Harumframt vitja  2.200 filmsfólk frá yvir 50 londum vitja sølustevnuna Nordic Film Market, ið er knýtt at filmsstevnuni.

Filmurin, ið hevur fyrstu almennu sýningina í Føroyum í Havnar Bio 10. apríl, fær viðmæli í skránni, sum verandi hugtakandi og hjartanemandi.

Frumsýningin verður í Bio Roy í Gøteborg 29. januar, umframt at filmurin eisini verður sýndur á Nordic Film Market dagarnir eftir.

 

Um "Seinasta paradís á jørð"
"Seinasta paradís á jørð" er ein rørandi uppliving, ein løtumynd av einum heimi í broyting. Filmurin samantvinnar søguna, um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd, við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum, tí unga Kára (Sámal H. Hansen) og systrini Silju (Bjørg B. Egholm).
Í filminum roynir Kári, at finna sítt pláss í eini tilveru, har lívisins umstøður, kærleikin, vinir og samfelagsviðurskifti hála í hann.
Filmurin gongur fyri seg í eini broytingartíð, har færri og færri velja at vera búgvandi á smáplássunum. Men Kári er heimkærur. Hann trívist í tí einfalda lívinum í bygdini. Hann og systirin Silja syrgja í tøgn um mammuna, ið tey hava mist. Kári finnur troyst í arbeiðinum á flakavirkinum, meðan Silja stríðist við at megna skúlagongdina. Samstundis, sum pápi teirra (Hans Tórgarð) ikki megnar gerandisdagin í heiminum, og rýmir til skips og til tryggu og kendu karmarnar umborð. Men flakavirkið er hótt av at verða stongt, og við tí verður tilverugrundarlagið í bygdini broytt.
Tað er Sakaris Stórá, ið leikstjórnar. Hann fekk sítt gjøgnumbrot í 2017 við spælifilminum "Dreymar við havið". Men var áðrenn hetta nógv fagnaður fyri stuttfilmarnar "Summarnátt" og "Vetrarmorgun", umframt norska stuttfilmin "Passasjeren".
Sakaris hevur somuleiðis skrivað handritið í samstarvi við Tommy Oksen og Mads Stegger. Hin virðislønta Virginie Surdej er fotografur á filminum.
Filmurin er framleiddur av Jón Hammer fyri Kykmyndir og Adomeit Film við stuðli frá Danska Filmsgrunninum, FilmFyn, DR, og miðlaskránni hjá Creative Europe, Mentamálamálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Filmshúsinum.”
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740