Sleppur at byggja 36 íbúðir

Sleppur at byggja 36 íbúðir
Kærustovnurin hevur broytt eina avgerð hjá kommununi, sum bara gav loyvi at byggja 23 íbúðir, tí ov fá parkeringspláss vóru
Kærustovnurin hevur broytt avgerð hjá Tórshavnar kommunu, um ikki at geva byggiloyvi til 36 íbúðir, men bara 23. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
03.01.2024 - 09:06

Tórshavnar kommuna hevði ikki í huga líkaregluna, sum er, at øll eiga at fáa eins viðgerð og avgerð í málum, sum eru eins, tá hon noktaði byggiloyvi til 13 íbúðir.

Tað sigur Kærustovnurin, sum hevur broytt eina avgerð hjá kommununi um ikki at geva byggiloyvi til 36 íbúðir, men bara 23.

Orsøkin hjá kommununi var, at ikki vóru nóg nógv bilpláss til 36 íbúðir.

Kærarin hevur, sum ein av teimum síðstu, sum skal byggja í økinum, fingið eina øðrvísi og strangari viðgerð viðvíkjandi krøvum til parkering enn hinir eigararnir, sum hava bygt
í økinum. 

Kærustovnur hevur tí broytt avgerðina hjá kommununi og givið loyvi til 36 íbúðir.

Kærustovnurin sigur, at kommunan átti at skipað parkeringviðurskiftini soleiðis, at parkeringskrøvini vóru býtt javnt millum øll, sum byggja í økinum, sama nær tey byggja, fyrst ella síðst.

Tí tey, sum bygdu áðrenn tann, sum fekk sýtt byggiloyvi til 13 íbúðir, fingu tey parkeringspláss, tey skuldu brúka.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008