Lønarlyft: Tey flestu fáa millum 1.000 og 1.500 kr.

Lønarlyft: Tey flestu fáa millum 1.000 og 1.500 kr.
Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu
Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.01.2024 - 15:10

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur svarað einum grein 52 fyrispurningi frá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu, um lønarlyft.

Løgtingskvinnan vildi vita, hvørji fyrilit eru tikin, tá ið avgerð er tikin um, hvørjir starvsbólkar skulu hava lønarlyft, hvussu nógvar krónur talan er um um mánaðin, og hvussu Fíggjarmálaráðið hevur roknað seg fram til júst hesar upphæddir.

Ruth Vang svarar, at talan er um bólkar á umsorganarøkinum, eitt nú námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar, ið fáa lønarlyft. 

 

Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Upphæddirnar liggja úr stívum 1.000 krónum upp í slakar 3.000 krónur um mánaðin. Tær flestu tó millum 1.000 og 1.500 krónur, meðan námsfrøðihjálparar við útbúgving hava fingið nakað meira, tí hendan lønin var mett at vera ov lítil samanborið við longdina á útbúgvingini.

Umframt at lønarlyftið skuldi hava ein ávísa stødd fyri at gera mun og røkka endamálinum, hevur landsstýrið eisini lagt upp fyri lønarlagnum millum starvsbólkarnar og longdini á ymsu útbúgvingunum, tá ið lønarlyftið varð ásett, stendur í svarinum frá Ruth Vang til Súsonnu Bertholdsen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946