Helgi kallaður inn í EM-hópin

bannari
Helgi kallaður inn í EM-hópin
Strikuspælarin, Helgi Hildarson Hoydal, er innkallaður í føroyska landsliðshópin, sum skal spæla EM í Týsklandi í januar
Royndi strikuspælarin, Helgi Hildarson Hoydal, skal kortini til Týsklands
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.12.2023 - 11:58

Tá føroyska EM-landsliðshópurin varð tikin út fyrst í desember, var Helgi Hildarson Hoydal ikki á listanum, men nú skal sterki strikuspælarin til Týsklands kortini.

Fleiri spælarar dragast við smærri skaðar, og tí hava venjararnir gjørt av, at Helgi Hildarson Hoydal verður 19. maðurin í føroyska hópinum, skrivar Hondbóltssambandið.

Helgi Hildarson Hoydal breyt albogan fyrr í heyst, og skaðin var helst orsøkin til, at hann ikki var úttikin í fyrstu syftu. Hann spældi kortini tveir dystir fyri Kristiansand fyri jólasteðgin uttan trupulleikar. 

Peter Krogh og Óli Mittún hava báðir beklað - Óli Mittún so seint sum 2. jóladag - men nógv bendir á, at teir báðir vera til reiðar 11. januar, tá Føroyar og Slovenia bresta saman í Berlin. Tveir dagar seinni spæla Føroyar og Norra, og 15. januar er seinastu dysturin í bólkaspælinum á skránni. Hann verður ímóti Póllandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109