Á trettanda tekur Sjálvstýri endaliga avgerð um útblaking

Á trettanda tekur Sjálvstýri endaliga avgerð um útblaking
Leygardagin 6.januar hevur Sjálvstýri eykalandsfund í Lamba
Sámal Petur í Grund er floksformaður.
 
25.12.2023 - 13:47

Leygardagin 6.januar hevur Sjálvstýri eykalandsfund í Lamba.

Fundurin skal millum annað staðfesta ella vraka avgerðina hjá landsnevndini um at blaka fýra menn úr flokkinum.

Hetta hendi fyri trimum vikum síðani.

Teir, sum eru koyrdir úr flokkinum, eru Sofus Hansen, Jan Asbjørnsson Joensen, Brandur Øssursson Simonsen og Bjørn á Heygum.
 
Orsøkin er, at teir fóru ímóti floksleiðsluni, tá Sofus Hansen vendi sær til Løgmálaráðið fyri at fáa innsavnaðu undirskriftirnar, sum vóru sendar ráðnum til góðkenningar í sambandi við uppstilling hjá flokkinum, og hann fekk tær.

 

Í móti vilja landsnevndarinnar 

Hetta var ikki sambært viljanum hjá landsnevndini, segði Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, tá. 

Landsnevndin hevur heimild til at strika limir.

Men eykalandsfundur skal góðkenna tað. Allir flokslimir kunnu fara á landsfund..

Útihýsingin fekk tó gildi alt fyri eitt.

Men verður hon ikki góðkend á eykalandsfundinum 6.januar, gerast teir fýra flokslimir aftur alt fyri eitt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657