Høgni Hoydal vil heldur ikki fordøma ísraelsku álopini í Gaza

Høgni Hoydal vil heldur ikki fordøma ísraelsku álopini í Gaza
"Tað er ikki tey orðini, ið mann velur í hesi støðuni," sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, sum tó endurtekur, at Ísrael skal halda altjóða lóg í stríðnum við Hamas
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, vil heldur ikki brúka orðið 'fordøma' um ísraelsku álopini í Gazageiranum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.12.2023 - 15:16

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sendi í gjár út eina fráboðan um, at Ísrael skal halda altjóða lóg í stríðnum við Hamas í Gazageiranum.

Landsstýrismaðurin brúkt tó ikki orðið fordøming í fráboðanini. 

"Tað eru ikki tey orðini, ið mann velur í hesi støðuni," sigur Høgni Hoydal, ið mælti til at fáa bæði vápnahvíld í lag og gíslar latnar leysar.

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum heldur tó, at tað er eitt sterkt signal, sum landsstýrið sendir, tá tað sigur, at altjóða lóg skal haldast, og at mann má arbeiða fyri einum stati til palestinar. 

 

Hogni_Hoydal_vil_heldur_ikki_fordoma_19122023

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657