- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reyði Krossur: 104 hava fingið hjálp
Reyði Krossur: 104 hava fingið hjálp
Hesa seinastu vikuna hava minst 50 húski biðið um hjálp.
16.12.2023 - 10:06
Íalt 104 einstaklingar ella familjur hava fingið mat og klædnahjálp frá Reyða Krossi, fyri desembur mánað.
Hesa seinastu vikuna hava minst 50 húski biðið um hjálp.
Til samanberingar fær mat- og klædnahjálpin hjá Reyða Krossi, vanliga í miðal 40 umbønir um mat og klæðir uppá ein heilan mánað.
Tey, ið biðja um hjálp eru alt frá smábarnafamiljum til pensjónistar, sigur Reyði Krossur á teirra heimasíðu.
Seinasta freist at biðja um mat og klæðir frá Reyða Krossi, var mikudagin 13.desembur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV