Fíggjarlógin samtykt við aðru viðgerð

Fíggjarlógin samtykt við aðru viðgerð
Uppskotið var samtykt við broytingunum, sum meirilutin í fíggjarnevndini mælti til
Løgtingið samtykti í gjárkvøldið fíggjarlógina við aðru viðgerð. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
14.12.2023 - 08:13

Løgtingið hevur við aðru viðgerð samtykt fíggjarlógaruppskotið hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, fyri næsta ár.

Fíggjarnevndin hevði trý broytingaruppskot.

Eitt var frá meirilutanum, samgonguumboðunum, og minnilutin, andstøðan, hevði tvey broytingaruppskot.

Bæði minnilutauppskotini fullu, men meirilutauppskotið var samtykt við 16 atkvøðum fyri og 14 ímóti. Ein atkvøða var blonk.

Ikki færri enn 18 mál vóru á dagsskránni hjá løgtinginum í gjár.

Onnur viðgerð av uppskotinum um fíggjarlógina byrjaði um klokkan hálvgum níggju í gjárkvøldið, og stutt fyri midnátt var atkvøtt í málinum.

Fíggjarlógin skal hava eina viðgerð aftrat.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946