Listi við politiskt ábærum fólkum skal vera almennur í Føroyum

Listi við politiskt ábærum fólkum skal vera almennur í Føroyum
Skrásetingin skal nú almannakunngera á heimasíðu síni listan hjá Fíggjareftirlitinum við nøvnunum á politiskt ábærum fólkum
Listi hjá Fíggjareftirlitinum skal almannakunngerast í Føroyum.
 
14.12.2023 - 05:49

Skrásetingin skal nú almannakunngera á heimasíðu síni listan hjá Fíggjareftirlitinum við nøvnunum á politiskt ábærum fólkum.

Tað stendur í kunngerð, sum júst er komin í gildi.

Kunngerðin byggir á lógina um hvítvask, sum kom í 2020.

Skrásetingin skal arbeiða saman við Fíggjareftirlitinum um dagføringar á listanum.

Løgtingið, Landsgrannskoðanin, Løgmansskrivstovan, aðalráðini, politisku flokkarnir og almennar fyritøkur skulu boða frá um politiskt ábær fólk.

Byrjaði í 2021

1. november í 2021 kom danska kunngerðin um politiskt ábær fólk í gildi í Føroyum.

Tann kunngerðin loyvir peningastovnum at hava ein lista við viðskiftafólkum, sum eru mett at vera politiskt ábær, ein PEP-lista. Hann kom í Danmark í 2019.

Tey eru so á einum lista, sum Fíggjareftirlitið almannakunnger. 

Og sum peningastovnarnir so kunnu brúka.

Okkurt um 120 fólk eru á føroyska PEP-listanum hjá Fíggjareftirlitinum.

Har eru løgmaður og landsstýrisfólk, løgtingsfólk, aðalstjórar, sendifólk, nevndarlimir í flokkunum, kringsvarpsstýrið og stjórin í Kringvarpinum.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817