- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samgongan: Torført at gera batar í landsskattinum
Meirilutin í fíggjarnevndini, Eyðgunn Samuelsen, Bjarni Hammer, Eirikur í Jákupsstovu og Hanna Jensen, ásannar, at húski eru í Føroyum, sum hava brúk fyri einum lættari gerandisdegi.
Tey siga, at hetta eru húski í ávísum pørtum av landinum.
Men tað er sera torført at gera batar hjá hesum húskjum við tillagingum í landsskattinum, siga tey.
Tey siga, at ein møguleiki kundi verið at latið upp fyri í skattalógini, at kommunurnar fáa møguleika at hækka botnfráttin í kommunuskattinum.
Hava einki broytingaruppskot
Annars taka tey undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um skattalætta, og hava einki broytingaruppskot.
Meirilutin sigur, at serliga tey, sum ikki arbeiða fulla tíð, fáa ikki líka stóran lut í skattalættanum sum tey, sum hava miðalinntøkurnar.
Men hesir láginntøkubólkar rinda tó frammanundan avmarkaðan landsskatt.
Minnilutin í fíggjarnevndini, Beinir Johannesen, Magnus Rasmussen og Steffan Klein Poulsen, sigur, at hann tekur støðu í tingsalinum.