750.000 kr. til skannaran

750.000 kr. til skannaran
Nýggi skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi krevur eitt starvsfólk
Klaksvíkar sjúkrahús.
 
12.12.2023 - 09:34

Klaksvíkar sjúkrahús skal fáa 750.000 kr. til at reka nýggja skannaran, tí hann krevur eitt starvsfólk.

Tað sigur fíggjarnevndin, bæði meirilutin og minnilutin, í álitinum um uppskotið um fíggjarlógina fyri 2024.

Játtanin er útreiðslunoytral, tí pengarnir skulu takast av kontuni, sum eitur felags rakstur fyri Sjúkrahúsverkið. 

Og minnilutin, umboð fyri andstøðuflokkarnar, vil haraftrat lata sjúkrahúsinum 1,3 milliónir til at fyrireika høli til skannaran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946