- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú búgva 54.557 fólk í Føroyum
Nú búgva 54.557 fólk í Føroyum
Ríkisborgarar úr Asia og evropeiskum londum uttan fyri Norðurlond eiga tveir triðingar av fólkavøkstrinum seinasta árið
11.12.2023 - 09:54
Gott og væl 54.500 fólk búðu í Føroyum 1.november.
Fólkatalið var 54.557.
Tað er 545 fólk fleiri enn 1.november í fjør.
Seinasta árið standa ríkisborgarar úr Asia og úr evropeiskum londum uttan fyri Norðurlond fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum.
Fólkatalið veksur framvegis við lítlu ferðini, sum hevur verið í ár og í fjør.
Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi, sum er 196 fólk, og nettoflytingin er 349 fólk.
Samanborið við undanfarna tíðarskeið, er burðaravlopið vaksið meir, enn nettoflytingin er minkað.
Færri verða fødd, og færri doyggja.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV