- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veks endiliga fingið stjóra
Tað tók eitt hálvt ár, men nú hevur Veks sett stjóra.
Páll á Reynatúgvu á Sandi er settur í stjórastarvið.
Hann tekur við starvinum 1.januar.
Heimatænastan í Veks hevur síðani juni søkt eftir nýggjum stjóra, sum skuldi byrja í starvinum tann 1.september.
Í fyrsta umfari var umsóknarfreistin longd, tí so fáar umsóknir vóru.
Tá avtornaði komu 12 umsóknir.
Nýggj langtíðarætlan
Samráðingar vóru við ein umsøkjara.
Men ymisk viðurskifti gjørdu, at viðkomandi kundi ikki átaka sær stjórastarvið.
Síðani var starvið lýst leyst av nýggjum.
Fyrr í ár gjørdi stýrið í Veks nýggja langtíðarætlan fyri eldraøkið.
Veks er samstarvið millum Vestmanna kommunu, Eiðis kommunu, Kvívíkar kommunu og Sunda kommunu um eldraøkið.