- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verkfallið og russlandssáttmálin hava kostað samgonguni

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og samráðingarnar við Russland eru tvey mál, sum samgongan átti at handfarið betur.
Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann var gestur í Breddanum fyrrapartin í sambandi við, at eitt ár er liðið síðan løgtingsvalið.
Í veljarakanningini hjá spyr.fo missir Javnaðarflokkurin ein triðing av tingsessunum, sum flokkurin fekk á valinum í fjør.
Og tað er serliga verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum løgmaður heldur, at veljarin revsar flokkin fyri.
Løgmaður, sum eisini er formaður í Javnaðarflokkinum, er kortini sannførdur um, at tað er røtt avgerð ikki at seta samgonguna upp á spæl í málinum um russlandssáttmálan.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Allur Breddin kann hoyrast her.
Sí videobrot við løgmanni í Breddanum her: