Egingjaldið fyri heilivág hækkar minni enn ætlað

Egingjaldið fyri heilivág hækkar minni enn ætlað
Samgonguumboðini í trivnaðarnevndini hava broytingaruppskot
Samgonguumboðini í trivnaðarnevndini mæla til, at markið fyri hækkingini í egingjaldinum fyri heilivág verður 967 kr. (Savnsmynd)
 
07.12.2023 - 15:38

Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur ikki fulla undirtøku í samgonguni fyri at hækka egingjaldið fyri heilivág so nógv, sum hon ætlar.

Samgonguumboðini í trivnaðarnevndini hava broytingaruppskot.

Markið er 1.000 kr. í uppskotinum frá Heilsumálaráðnum.

Hans Jacob Thomsen, Súsanna Bertholdsen og Liljan Weihe í trivnaðarnevndini mæla til, at markið verður 967 krónur.

Og tey mæla tí til, at tilskotsstigin verður broyttur, so hámarkini lækka.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV