Trý vilja vera stjóri í Hondbóltssambandinum

Trý vilja vera stjóri í Hondbóltssambandinum
Freistin at søkja var uti í gjár og trý fólk vilja vera stjóri í Hondbóltssambandi Føroya
Hondbóltssambandið hevur leitað eftir nýggjum stjóra, síðani Hans Jón Thomsen segði seg úr starvi 14. november.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.12.2023 - 17:26

Trý fólk vilja vera stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Freistin at søkja var uti í gjár.

Í november segði Hans Jón Thomsen seg úr starvi, minni enn eitt ár eftir, at hann fór í stjórasessin í Hondbóltssambandinum.

Hans Jón Thomsen heldur tó fram sum stjóri til eftir EM-endaspælið hjá hondbóltsmonnunum í Týsklandi í januar, ella til nýggjur stjóri er funnin.

Í umsitingini hjá HSF starvast í dag, umframt stjóran, trý starvsfólk, sum taka sær av umsitingarliga, fíggjarliga, og ítróttarliga partinum í sambandinum.

Hans Jón Thomsen segði seg úr starvi sum stjóri, minni enn eitt ár eftir at hann tók við. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109