62 prosent av innlánunum eru tryggjað

62 prosent av innlánunum eru tryggjað
Niðurskrivingarnar hjá føroysku peningastovnunum eru higartil á sama stigi sum í fjør, og eitt vet minni enn í 2021, sigur Váðaráðið
BankNordik og Betri Banki eru SIFI-bankar, og tryggjaði parturin hjá teimum er 50 prosent.
 
06.12.2023 - 08:54

Innskjótaratrygdargrunnurin tryggjar 62 prosent av innlánunum í føroysku peningastovnunum, skrivar Váðaráðið.

Tað er áleið tað sama, sum tryggjaðu innlánini í donskum ikki-systemiskum bankum vóru í mars í ár.

Í donskum SIFI-bankum er tryggjaði parturin 35 prosent.

Tryggjaði parturin í føroysku SIFI-bankunum, BankNordik og Betri, er 59 prosent.

 

750.000 kr.

Innskjótaratrygdargrunnurin letur 100.000 evrur, fer peningarstovnurin á heysin. 100.000 evrur eru 750.000 krónur.

Váðaráðið sigur eisini, at niðurskrivingarnar hjá føroysku peningastovnunum eru higartil á sama stigi sum í 2022, og eitt vet minni enn í 2021. 

Niðurskrivingarnar eru lítlar hjá húsarhaldunum og eitt sindur størri hjá vinnuni, hóast bæði inflatiónin og rentan eru vaksin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151