Tvey ára fongsul fyri lokking

Tvey ára fongsul fyri lokking
Rættarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við, at revsilógin verður broytt, so revsingin fyri lokking verður upp í tvey ára fongsul
Lokking eru støður, tá fólk byggir upp samband við børn og ung, sum eru undir 18 ár, við tí endamáli at fremja kynslig brotsverk
Mynd: Shutterstock.com  
 
06.12.2023 - 08:18

Løgmálaráðið vil broyta revsilógina soleiðis, at lokking verður revsað hart.  

Orsøkin til uppskotið er eitt stórt mál um kynsligan ágang á alnetinum móti børnum og ungum.

Hóast lokking kann revsast eftir øðrum ásetingum í revsilógini, kann tað vera trupult at prógva tilætlan, serliga tí ikki er greitt, hvat ítøkiliga brotsverkið er, sum ætlanin er at fremja. 

Samstundis tekur galdandi lóggáva ikki atlit at kensluni av skuld og samábyrgd, sum barnið ella tann ungi ofta kennir, sigur Løgmálaráðið.

 

Endamáli er at fremja kynsligt brotsverk

Lokking eru støður, tá fólk byggir upp samband við børn og ung, sum eru undir 18 ár, við tí endamáli at fremja kynslig brotsverk.

Rættarnevndin heldur, at vit eiga at hava meira kunnandi tilfar á føroyskum og styrkja fyribyrgjandi átøkini á hesum øki. 

Vit hava brúk fyri at læra børn og ung at ferðast trygt á netinum.

Rættarnevndin heldur eisini, at vit eiga at styrkja arbeiðið hjá heildarverkætlanini Sig frá! og SSP-ráðgevingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944