- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri vilja lesa sjúkrarøktarfrøði
Færri vilja lesa sjúkrarøktarfrøði
Færri fólk hava søkt um at lesa sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetrinum í vetur samanborið við seinasta vetur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
05.12.2023 - 18:57
Tá ið umsóknarfreistin 1. desember var av, vóru 32 umsóknir komnar inn, samanborið við 55 umsóknir somu tíð í fjør.
25 lestrarpláss eru tøk hesa lestrarhálvuna á sjúkrarøktarfrøði, har lestrarbyrjan er 29. januar.
Fróðskaparsetrið tekur lesandi upp til lestur í sjúkrarøktarfrøði tvær ferðir árliga, á sumri og vetri. Hetta er triðju ferð, at vetrarupptøka er.
Lestrarskrivstovan viðger nú, hvussu nógvar av teimum innkomnu 32 umsóknunum eru skikkaðar, og tey fáa so tilboð um lestrarpláss.
Í fyrru helvt av januar verður greitt, hvussu mong taka av lestrarplássi, og eru tøk pláss tá av teimum 25, sum eru, verða tey lestrarplássini lýst leys at søkja.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV