Eingi tekin um vanda í bankakervinum

Eingi tekin um vanda í bankakervinum
Váðaráðið sigur, at positiv lyklatøl eyðkenna framvegis búskapin
Rentuhækkingarnar hava ávirkað húsarhaldini, tí tí 89 prosent av skuldini hjá húsarhaldunum hava broytiliga rentu. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
05.12.2023 - 16:06

Eingi tekin eru um, at systematiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, og positiv lyklatøl eyðkenna framvegis føroyska búskapin.

Tað upplýsir Váðaráðið, sum hevur havt sín 23. fund.

Lítið arbeiðsloysi, vaksandi lønargjaldingar og fleiri løntakarar, eru nøkur av positivu lyklatølunum, sum Váðaráðið nevnir.

Eisini er avlopið á handilsjavnanum vaksið í ár. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum er somuleiðis øktur, og var 9,8 prosent í oktober,

Vøksturin stavar serliga frá øktum útlánum til kommunurnar, húsarhaldini og almennu fyritøkurnar.

 

Minni fæst fyri peningin, tí inflatiónin hevur verið so stór, men nýtslan av matvørum er at kalla óbroytt. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Prísirnir hækka enn

Inflatiónin er minkað ,men er tó framvegis positiv, og tað merkir, at prísirnir hækka enn.

Hagtøl fyri kortnýtsluna vísa, at føroyingar hava brúkt meira pening enn í fjør, men minni fæst fyri peningin, tí inflatiónin hevur verið so stór.

 Eftirspurningurin hjá húsarhaldunum eftir vørum, sum t.d. húsbúnaði, klæðum og skóm, er minkaður, men nýtslan av matvørum er at kalla óbroytt. 

Samstundis eru føroysku húsarhaldini rakt av rentuhækkingunum síðani á sumri  fjør, tí 89 prosent av skuldini hjá húsarhaldunum hava broytiliga rentu.

Føroya Váðaráð metir ikki, at greið tekin eru um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, men ráðið sigur seg halda vakið eyga við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151