Fimm miliónir aftrat til rentustuðul

Fimm miliónir aftrat til rentustuðul
Landsstýrið væntar, at nettorentustuðulin næsta ár verður 85 milliónir kr.
Fleiri rentuhækkingar hava verið, síðani fíggjarlógaruppskotið var gjørt í september, og landsstýrið biður tí fíggjarnevndina um meiri pening til rentustuðul. (Savnsmynd)
 
04.12.2023 - 08:23

Landsstýrið biður tingið um fimm milliónir krónur netto aftrat til rentustuðul næsta ár.

Fleiri rentuhækkingar hava verið, síðani fíggjarlógaruppskotið var gjørt í september.

Landsstýrið væntar, at fólk fara at fáa 153 milliónir krónur í rentustuðli næsta ár.

Men tey, sum eiga pengar, rinda landskassanum avgjald fyri renturnar, tey fáa.

Tann inntøkan er mett at vera 68 milliónir í 2024.

Nettoútreiðslan til rentustuðul er tí 85 mió. kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946