Brúk fyri fleiri fólkum á Útlendingastovuni

Brúk fyri fleiri fólkum á Útlendingastovuni
Landsstýrið hevur biðið fíggjarnevndina hækkað játtanina eina hálva millión kr.
Útlendingastovan fer væntandi at yvirtaka umsitingina av arbeiðs- og uppihaldsloyvum og familjusameining fyrst í 2024.
 
04.12.2023 - 08:17

Útlendingastovan hevur nú so nógv at gera, at neyðugt er at seta ein løgfrøðing aftrat 1. apríl næsta ár.

Landsstýrið hevur tí biðið fíggjarnevndina hækkað játtanina hjá Útlendingastovuni í 2024 500.000 kr.

Útlendingastovan hevði 1.122 mál í 2018. Í 2022 vóru tey 2848. Og næsta á fer talið upp í 3000.

 

Yvirtaka umsiting

Útlendingastovan fer væntandi at yvirtaka umsitingina av arbeiðs- og uppihaldsloyvum og familjusameining fyrst í 2024. 

Men lagt er ikki upp fyri tí í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024, sigur landsstýrið.

Tað sigur, at tá øll umsitingin er yvirtikin og farin at virka, hevur Útlendingastovan brúk fyri trimum ella fýra starvsfólkum aftrat.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944