Óbroytt kvota í grønlendskum sjógvi næsta ár

Óbroytt kvota í grønlendskum sjógvi næsta ár
Føroyar og Grønland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2024
Fiskirættindasamráðingarnar millum Føroyar og Grønland vóru á Norðuratlansbryggjuni í Keypmannahavn.
 
01.12.2023 - 15:08

Føroysku kvoturnar í grønlendskum sjógvi vera óbroyttar næsta ár, men tillagingar eru gjørdar í kvotunum hjá grønlendskum skipum í føroyskum sjógvi.

Tað er úrslitið av fiskirættindasamráðingunum millum londini, sum vóru í Keypmannahavn, sigur Fiskvinnu- og samferðslumálaráðið. 

Grønlendska kvotan í føroyskum sjógvi av norðhavssild lækkar 1.000 tons, og svartkjaftakvotan hækkar 2.000 tons. 

 

2.500 tons av toski

Úrslitið av samráðingunum er sostatt, at føroysk skip í 2024 framhaldandi kunnu fiska tilsamans 2.500 tons av toski í grønlendskum sjógvi, og tey kunnu hava 50 tons av kalva sum hjáveiðu.

Brosmukvotan verður 375 tons.

Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi eru 325 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi. Royndarkvotan eftir krabba við Eysturgrønland er 500 tons.

Harumframt verður møguleiki hjá føroyskum skipum at royndarfiska eftir toski og øðrum botnfiski og -djórum á teimum norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi.

 

5.500 tons av norðhavssild

Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2024 eru 5.500 tons av norðhavssild og 20.500 tons av svartkjafti.

Eisini fær Grønland atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 8.260 tons av grønlendsku svartkjaftakvotuni í altjóða sjógvi í NEAFC-økinum.

Samráðingarnar vóru á grønlendsku sendistovuni á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155