- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tina Dickow og Helgi Jónsson koma at spæla konsert í Løkshøll
Tíðin, tá ið tú einans kundi uppliva forkunnugar konsertir við útlendskum tónlistafólkum í høvuðsstaðnum, er væl og virðiliga farin.
Góð og væl útgjørd konsert- og mentanarhús finnast nú kring landið.
Varpið í Klaksvík er tað nýggjasta og snotiligasta í landinum, men eisini Mentanarhúsið í Fuglafirði, Salt í Trongisvági, Tøting í Syðrugøtu, Gamli skúli í Sørvági og Listastovan í Miðvági eru.
Løkshøll í Runavík spennir seg eisini út, tí herfyri bleiv Urd Johannesen sett sum mentanarsamskipari í Runavíkar kommunu, og tað merkist.
Einsamøll á palli
Í apríl verður ein ordilig perla av einari konsert í Løkshøll, tí tá koma danska Tina Dickow og íslendski Helgi Jónsson, ið forrestin eru hjún, at spæla konsert - einsamøll á palli.
Tey bæði hava verið tónleikastarvsfelagar síðani 2008, so gjørdust tey par og hava nú í fleiri ár búleikast og virkað í Íslandi.
Føroyar høvdu ein serligan leiklut í, at tey bæði møttust. Tað greiddi Tina Dickow frá, tá ið hon seinast var í Føroyum og spældi konsert í 2014.
Meira teatralsk konsert
Tina Dickow og Helgi Jónson hava innspælt fimm av útgávunum hjá Tinu og tvær hjá Helga í sínum heimastudio uttan fyri Reykjavík, og skrivað nógvan tónleik saman, millum annað fleiri av teim stóru hittunum hjá Tinu, so sum 'Someone You Love', 'You Wanna Teach Me To Dance', 'Fancy' og 'Welcome Back Colour'.
Seinastu mongu árini hava tey eisini spælt ørgrynnu av konsertum saman í ymiskum bólkum og samanhangum runt um í heiminum, men í 2024 fara tey fyri fyrstu ferð á konsertferð sum ein duo til fleiri evropeiskar býir, herundir Amsterdam, London, Keypmannahavn og Reykjavík.
Nú er Løkshøll í Runavík eisini komin á konsertskránna.
Talan verður um eina inniliga og persónliga konsert, har Tina Dickow og Helgi Jónsson vísa, hvat tey tónlistarliga duga saman.
"Konsertin verður kanska meira teatralsk enn vanligt, tí vit vilja fegin siga søgur við orðum og sangum," sigur Tina Dickow um konsertina.
"Vit hava so nógv upp á hjartað, bæði tá tað snýr seg um tónleikin, og leiklutin, sum tónleikurin hevur í okkara lívi og søgu. Eg gleði meg sera nógv til hesar øðrvísi konsertirnar, har vit loyva áhoyrarunum at koma eitt sindur tættari at okkum, enn teir plaga."
Bert ein konsert
Urd Johannesen, mentanarsamskipari, fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa dugnaligu hjúnini til Løkshøll at spæla konsert.
"Eg havi hugsað um at fáa Tinu Dickow aftur til Føroya líka síðani konsertina við henni í Norðurlandahúsinum í 2014. Tá eg sá, at tey gjørdu hesar konsertirnar sum ein duo runt um í Evropa, so skrivaði eg beinanvegin og spurdi, um ikki tey kundu koma til Føroya eisini. Og tað tímdu tey væl, og tey koma við allari familjuni."
Urd Johannesen sigur, at enn er bert talan um ta einu konsertina.