- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlakortið verður ikki galdandi í summarfrítíðini
Skúlakortið verður ikki galdandi í summarfrítíðini
Var kortið virkið alt árið, hevði tað kostað umleið 400.000 kr., sigur landsstýrismaðurin
01.12.2023 - 08:28
Ætlanin er ikki at lata skúlakortið, sum gevur lesandi og næmingum ókeypis alment ferðasamband, virka í summarfrítíðini.
Tað kann brúkast í 11 mánaðir um árið.
Og tað kann tað eisini í framtíðini.
Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Biritu Matras Petersen, løgtingskvinnu, sum heldur tað vera rætt, at fólk kunnu brúka skúlakortið, tá tey arbeiða í summarfrítíðini.
Djóni Nolsøe Joensen sigur, at eingin ítøkilig ætlan er í løtuni um at broyta skúlakortið, so tað er galdandi alt árið, eisini í summarfrítíðini.
Djóni Nolsøe Joensen sigur, at tað hevði kostað slakar 400.000 kr. um árið, var skúlakortið virkið alt árið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV