Ómøguligt at halda nýggju kunngerðina um fýrverk

Ómøguligt at halda nýggju kunngerðina um fýrverk
Handilsvinnufelagið finst at kunngerðini, sum ætlanin er at seta í verk. Víst verður m.a. á, at seinasti søludagur av fýrverki er ikki til
Sambært uppskotinum um kunngerð verður bara loyvt at selja fýrverk tríggjar dagar um árið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
30.11.2023 - 18:00

- Tað verður stutt sagt ómøguligt at halda nýggju kunngerðina um fýrverk.

Tað sigur Alvi Hjelm, ráðgevaraskrivari hjá Handilsvinnufelagnum í Vinnuhúsinum, um kunngerðina um fýrverk, sum hevur verið til hoyringar. 

Sambært uppskotinum um kunngerð verður bert loyvt at selja fýrverk tríggjar dagar um árið, frá 28. desember til nýggjársaftan. 

 

 

Handilsvinnufelagið undrast eisini á málsligu krøvini, sum verða sett til merking av fýrverki.

Skotið verður upp, at fýrverkið verður merkt á føroyskum, donskum, norskum og svenskum, og síðsti søludagur skal eisini standa á fýrverkinum.

Men síðsti søludagur á fýrverki er ikki til, sigur Handilsvinnufelagið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

30112023_Kunngerd_um_fyrverk

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944