- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rættindi hjá teimum, ið bera brek, verða skerd í krepputíðum
Hjá teimum, ið bera brek, rakti eitt nú koronutíðin harðari enn hjá øðrum.
Tað er uppáhaldið hjá norðurlendska felagsskapinum Handicaporganisationernes Nordiske Råd, HNR.
Í almennum skrivi til Norðurlendska Ráðharraráðið staðfesta norðurlendsku feløgini, at:
"Rættindi hjá fólki, ið bera brek, verða skerd í kreppum og í brádliga íkomnum broytingum. Hetta vísa nýggjastu royndirnar við alheimsfarsótt, flóttafólkasteymi og alsamt hækkandi prísum. Hesar avbjóðingarnar eru felags fyri brekøkini í Norðurlondum, og tí verður við hesum felags skrivi mælt Norðurlendska ráðharraráðnum til at seta í verk eina fevnandi tilbúgving, ið verjir øll."
MEGD, sum er meginfelag hjá teimum, ið bera brek í Føroyum, hevur eisini sent hesa áminningina til norðurlendskar politikarar.
Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, var gestur hjá Halli av Rana í Breddanum fyrrapartin.
Sí videobrot úr sendingini her:
Allur Breddin kann koyrast her.