Færri børn verða fødd

Færri børn verða fødd
Um allar barnakonur, sum eru settar at eiga í ár, gera tað, koma vit upp á 565 børn í 2023
Føðideildin á Landssjúkrahúsinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
29.11.2023 - 18:00

Annað árið upp í slag eru væl færri børn fødd enn árið fyri, og tann gongdin merkist eisini á føðideildini á Landssjúkrahúsinum.

Í 2021 vóru 678 børn fødd, og í fjør vóru tey 625, ella 53 færri. 

Um allar barnakonur, sum eru settar at eiga í ár, eiga, koma vit upp á 565 børn í 2023.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

29112023_Faerri_born

 

Síðani 1985 er tað bert einaferð, at færri enn 600 børn eru fødd í einum ári, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Tað var í 2011, tá 580 børn vóru fødd.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881