Hanus Toftheyggj nýggjur sjúkrahússtjóri

Hanus Toftheyggj nýggjur sjúkrahússtjóri
Hann tekur við starvinum 1. januar
Hanus Toftheyggj er nýggjur sjúkrahússtjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi.
 
29.11.2023 - 11:18

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, hevur sett Hanus Toftheyggj sum stjóra fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóra á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Hanus Toftheyggj er 37 ára gamal, er útbúgvin administratiónsbachelor í almennari fyrisiting frá VIA University College í Århus í 2013 umframt Master í løgfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya í 2017.

Hann hevur drúgvar royndir í almennari fyristing og hevur m.a. starvast í sjey ár sum fulltrúi í Almannaverkinum.

Hanus Toftheyggj hevur síðani september 2022 verið leiðari á Bú- og heimatænastuni í Suðuroy.

Hann tekur við starvinum 1. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881