Of Monsters and Men høvuðsnavn á G! 2024

Of Monsters and Men høvuðsnavn á G! 2024
Heimskendi íslendski indie-fólkarokkbólkurin Of Monsters and Men kemur til Føroya í summar at spæla konsert á Gøtusandi í sambandi við G! festivalin 2024
Heimskendi íslendski indi-fólkarokkbólkurin Of Monsters and Men verður eitt av høvuðsnøvnunum á G! 2024
Mynd: Of Monsters and Men á Facebook  
 
29.11.2023 - 09:00

G! festivalurin hevur júst kunngjørt í bæði Góðan morgun Føroyar og á sínari egnu heimasíðu, at heimskendi íslendski fólkarokkbólkurin Of Monsters and Men verður eitt av høvuðsnøvnunum á G! 2024. 

"Fyri G! er Of Monsters and Men hin fullkomna bókiningin. Talan er um ein norðurlendskur bólkur í heimsflokki, ið er tiltikin góður á pallinum. Men talan er eisini um ein bólkur við listarligari sameining og tónleiki, ið fangar áhoyrarar í øllum aldursbólkum," skrivar G! festivalurin á heimasíðuni. 

Of Monsters and Men fekk sítt heilt stóra gjøgnumbrot við sanginum "Little Talks", ið gjørdist eitt heimshitt, og sum í løtuni hevur útvið eina milliard spælingar á Spotify

"Little Talks" er at finna á debutplátuni hjá Of Monsters and Men, "My Head is an Animal", sum kom út í 2012 og eisini fostraði hitt sum "Dirty Paws", "King and Lionheart" og "Mountain Sound".

Síðani gjøgnumbrotið hevur Of Monsters and Men givið fleiri plátur út og spælt kring allan heimin. 

Í 2022, tá Of Monsters and Men kundu hátíðarhalda 10 ára dagin fyri gjøgnumbrotinum, ferðaðist stóra morgunsendingin CBS Saturday Morning til Íslands at hitta limirnar í bólkinum. 

Burturúr spurdist eitt hugtakandi portrett av bólkinum, sum næsta summar kemur á vitjan í Føroyum. 

Við í Of Monsters and Men spæla: 

  • Nanna Bryndís Hilmarsdóttir
  • Ragnar Þórhallsson
  • Brynjar Leifsson
  • Kristján Páll Kristjánsson
  • Arnar Rósenkranz Hilmarsson

G! festivalurin 2024 verður fyriskipaður í døgunum 18. til 20. juli. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791