Fimm skip landaðu norðhavssild uttanlands

Fimm skip landaðu norðhavssild uttanlands
Frá 15. til 22.novembur høvdu føroysk skip loyvi at landa norðhavssild uttanlands
Birita landaði tvær lastir í Norra, svarandi til 2.463 tons.
 
26.11.2023 - 15:37

Nú føroysk skip frá 15. til 22. novembur høvdu loyvi at landa norðhavssild uttanlands, vóru tað fimm skip, sum gjørdu tað.

Tilsamans landaðu tey 8.009 tons í donskum og norskum havnum.

Tað upplýsir Vørn.

Ango, Fagraberg, Gamli Jupiter og Hoyvík landaðu hvør sína last í Danmark, svarandi til 5.547 tons, og Birita landaði tvær lastir í Norra, svarandi til 2.463 tons.

Higartil í ár hava føroysk skip tilsamans fiskað 51.844 tons av norðhavssild - 46.545 í íslendskum øki, 4.830 í føroyskum øki og 490 tons í altjóða øki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881