- Tíðindi, mentan og ítróttur
Voxpop: Hvørjum ert tú bundin av?
Í løtuni er onnur sesong av heimildarrøðini "Sært tú meg?" í sjónvarpinum. Í sendingini hittast fýra ungdómar, fremmandir fyri hvørjum øðrum, í eini roynd at vita, um tað ber til at leggja meiningarnar hjá hvørjum øðrum á hillina og tosa frítt frá hjartanum.
Tey fýra hava kortini okkurt í felag, og í øðrum parti hittu vit fýra, sum øll kendu til eitt slag av bundinskapi. Her sóu vit eisini, hvussu bundinskapur kann taka seg út á ymsan hátt. Ein var bundin av venjing, ein av smyrsli og ein av telduspølum, meðan ein megnaði ikki at vera mammu sína fyriuttan.
Hesi evnini eru sárbær, men tey fýra hava kortini erligt og opið sett orð á kenslur, tankar og dreymar, sum kanska ikki annars verða prátað so nógv um í almenna rúminum.
Í sambandi við sendingina hava vit verið á Glasi til eitt prát við nakrar næmingar um evnið. Tí hvat er bundinskapur fyri tey, og hvørjum eru tey bundin av?
Sólja Sigmundsdóttir, 18 ár
Vit tosa fyrst við Sólju. Sólja býr á Argjum og lesur klædnaatstøði á Glasi. Aftur at skúlanum hevur hon trý størv.
"Fyri tað fyrsta eri eg rættiliga bundin av arbeiðinum. Tað er bæði ringt og gott, um mann kann siga tað so. Eg trívist øgiliga væl millum fólk og undir trýsti. Eg arbeiði øgiliga nógv, so tað kann vera rímiliga stressandi at ikki kunna siga nei til vaktir, av tí at eg eri leiðari á tí eina arbeiðsplássinum.
- Hvussu følir tú, at tað hevur ávirkað teg at vera bundin av arbeiði?
"Absolutt meira positivt. Eg føli, at eg dugi at vera í pressaðum støðum og handfara fólk í hesum støðunum, betur enn eg gjørdi áður. Tað kann vera at taka ímóti einum kunda ella siga einum úr starvi. Eg haldi, at um eg ikki hevði havt hesar royndirnar við mær, so hevði eg ikki verið tann, eg eri í dag".
- Heldur tú, at bundinskapur kann vera negativur?
"Absolutt. Tú kanst vera bundin av skeivum tingum. Eg eri øgiliga bundin av mínari telefon, og tað kann vera øgiliga ringt".
- Hvussu vildi tú sett orð á “bundinskap”?
"Tað kann vera alt. Aftur at arbeiði eri eg til dømis eisini bundin av stíli. Eg vildi sagt, at har ikki er ein dagur, har eg ikki hugsi um, hvat eg gangi í. Eg hugsi nógv um, hvussu eg kann fáa íblástur frá øðrum. Um eg síggi onkran í kulum litum, so hugsi eg beinanvegin “Hatta kundi eg gjørt okkurt við í mínum lívi”. Tað kann eisini vera bundinskapur".
Lív Magnussen, 19 ár
Lív býr í Sørvági og gongur á Glasi.
- Hvørjum ert tú bundin av?
“Eg haldi at eitt, sum er mega undirvurderað, er kaffi. Tað er faktiskt mega vanaelvandi. Eg havi til dømis ikki drukkið kaffi í morgun, og eg mátti leggja meg aftur at sova, tí at eg ikki hevði drukkið mítt morgunkaffi. Og um eg ikki fái mín kopp av kaffi um morgunin, so fungeri eg ikki. Tað havi eg ordiliga hugsað er nakað, mann verður bundin av. Eg drekki í minsta lagi 4 koppar um dagin - upp til 8 koppar, og tað er bara tað vanliga. Eg haldi eisini, at telefonin er nakað, mann er bundin av, men tað eru øll eitt sindur.
Snús hevur eisini verið nakað, sum eg havi verið noydd at krógva. Míni vinfólk snúsa, men eg fjaldi tað fyri familjuni. So byrjaði eg at roykja eisini. Tað var eitt sindur verri. Eg føldi ikki, at eg var bundin, men ja, so byrjar mann at blíva irriteraður, um mann ikki hevur fingið tað aftan á eina løtu. Og so hugsar mann bara “áh sjitt, eg eri nokk bundin”".
- Følir tú, at tú ert meira bundin av kaffi enn nikotin?
“Eg haldi, at tað er meira sum, at eg fái mær ein kaffimunn og so nikotin omaná. Tað er næstan sum, at tað hoyrir saman. Kaffimunn og nikotin".
Rósa Angelika Árnadóttir, 18 ár
Rósa lesur til klædnaatstøðing á Glasi.
- Hvørjum ert tú bundin av?
“Tað er nokk so “kliché”, men eg eri rættiliga bundin av mínari telefon. Eg havi lagt merki til, at eg siti allatíðina við telefonini. Tá ið eg eti, so tendri eg okkurt at hyggja at. Tá eg fari í song, og tá eg vakni, tá eg eri í skúla, og tá eg einki havi at gera. Eg royndi ein dagin at eta uttan at hyggja at nøkrum, og eg kendi ikki meg sjálva aftur, altso tað var mega snedigt at vera í mínum egna selskapi uttan nakað annað og uttan nakran annan saman við mær.”
- Heldur tú, at telefonin hjá tær er títt selskap?
“Ja. Hon er mín tryggi vinur, har eg kann vera til uttan at hugsa ov nógv.”
- Følir tú, at tað hevur eina negativa avleiðing?
"Absolutt. Eg dugi ikki at vera við mær sjálvari, og eg eri tann, sum eg skal brúka alt lívið saman við. Tí haldi eg ikki, at tað er tað mest positiva at vera bundin av einari telefon".
- Um mann heldur skal hugsa um tað positiva, heldur tú so, at har er nakað positivt við tí?
“Altso, har er nógv áhugavert á telefonini. Eg læri nógv. Eg síggi verðina úr mínum kamari bara soleiðis har. Men eg eri komin til tað punktið, at eg ikki síggi so nógv positivt við tí.Tó so, er tað ein máti at hava samband við vinfólk og familju í gerandisdegnum. So eg haldi, at har eru góð ting, men tað ringa vigar onkursvegna meira".
- Hvussu lýsir tú bundinskap?
"Mann er knýttur at onkrum, um mann vil tað ella ikki. Mann kann vera bundin av nógvum ringum, sum til dømis rúsevnum og alkoholi. Men mann kann eisini vera bundin av ítrivum. Har eru góð ting, og har eru ring ting. Men sum oftast hoyrir mann mest um tey ringu tingini, sum til dømis royking. Tað er ikki ofta, at mann hoyrir tos um, at fólk eru bundin av onkrum positivum, ella at tað at vera bundin verður umtalað sum nakað positivt".
Dulnevndur, 22 ár
Dulnevndi er úr Havn og gongur á Glasi.
“Eg havi upplivað nokk so nógvan bundinskap í mínum lívi. Tá ið eg var lítil, so telduspøl. Eg kom heim úr skúla, og so spældi eg telduspøl, til eg fór í song - hvønn tann einasta dag. Eg tímdi næstan einki annað at gera. Eg havi spælt so nógv, at eg havi fingið kroniska ryggpínu av tí. Síðani var ein tíð, har eg drakk tveir litrar av sodavatn um dagin. Tað var eisini eitt slag av bundinskapi. Men so tað, sum er ordiliga juicy, var tá ið eg bleiv 13. Tá byrjaði eg at roykja hassj. Tá hugsaði eg, at um eg kann gera hetta hvønn dag, so verði eg glaður.”
- Hvat var tað, sum fekk teg at síggja, at tú ikki gjørdist glaður kortini?
“Eg veit ikki, eg hevði tað ikki gott. Kenslan broyttist. Tað føldist ikki, eins og tað gjørdi í byrjanini. Í seinastuni havi eg tikið avgerð um, at eg skal ikki roykja í eitt ár, og tað hevur riggað ordiliga væl.
- So tú ert faktiskt ikki bundin av hassji longur?
"Nei, men tað havi eg verið kortsíðani. Eg havi klárað at lata vera, men so havi eg havt tað trupult at vera saman við fólki, sum hava roykt, uttan at eg eisini fekk hug til tað. Í seinastuni havi eg kortini klárað tað.
- Hvat vildi tú sagt hevur hjálpt tær best burtur úr tí?
Eg vildi faktiskt sagt, at tað, ið hevur hjálpt mær mest, er meditering. Eg havi funnið út av at hava tað gott uttan at søkja tað uttanífrá.
- Hvussu vildi tú definerað bundinskap?
At leita eftir gleði uttanífrá. At søkja eftir stimbran uttanífrá fyri at føla seg glaðan ella nøgdan. Og ja, so eri eg eisini bundin av telefonini! Eg tímdi ikki at nevna tað, tí eg hugsaði, at onkur av hinum fór at nevna tað, men tað eri eg."