- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fegnast um at hjálparfólk fáa útbúgving sum námsfrøðingar
Nú fáa 30 hjálparfólk í føstum starvi á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu møguleika fyri at taka útbúgving sum námsfrøðingar.
Tað samtykti býráðið í gjárkvøldið.
Útbúgvingin verður tikin sum fjarlestur á VIA University College í Viborg, sum fer at standa fyri námsfrøðiútbúgvingini.
Jógvan Philbrow er formaður í Pedagogfelagnum.
Formaðurin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, er fegin at hoyra um tilboðið til hjálparfólk innan námsfrøði í høvuðsstaðarøkinum.
Hoyr innslag í útvarpstiðindunum:
Skipanin verður soleiðis, at hjálparfólkini arbeiða á stovni í Tórshavnar kommunu og fáa løn sum vanligt, burtursæð frá teimum døgum, tey eru í skúla.
Í fyrstu atløgu vera tað upp til 30 pláss tøk at sleppa inn á hesa útbúgvingina.