- Tíðindi, mentan og ítróttur
Herjólfur til Íslands
Tá Herjólfur III var leigaður úr Íslandi, var ein treytin, at hann skal vera tøkur, tá íslendska reiðaríið hevur brúk fyri honum.
Og tað er nú, so hann fer til Íslands á middegi í dag.
Herjólfur III skal sigla fyri Herjólf IV, sum í løtuni bara fær siglt við aðrari skrúvuni.
Herjólfur IV skal tí umvælast.
Eingin sigling til 5. desember
Strandfaraskip landsins upplýsa, at fyribils verður eingin sigling á leið 8 millum Krambatanga og Tórshavn frá í dag til og við týsdagin 5.desember.
Strandfaraskip landsins arbeiða við ymiskum loysnum um farmaflutningin á suðuroyarleiðini, nú Herjólfur III gevst á nýggjárinum, sigur Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið.
Hagtølini siga, at Herjólfur III tekur 30 prosent av farminum á suðuroyarleiðini og Smyril hini 70 prosentini.
Herjólfur III tekur eisini ferðafólk.