Onnur hvør skurðviðgerð var útsett

Onnur hvør skurðviðgerð var útsett
Sjúklingar, sum í fyrsta umfari vóru útsettir, vóru kortini lagdir undir skurð, tí støða teirra versnaði, meðan verkfallið var
Verkfallið hevði við sær, at 325 skurðviðgerðir vóru útsettar. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
23.11.2023 - 08:18

Onnur hvør skurðviðgerð í Sjúkrahúsverkinum var útsett í verkfallinum.

325 skurðviðgerðir eru útsettar.

Av tí at verkfallið bleiv so drúgt, eru sjúklingar, sum í fyrsta umfari vóru útsettir, kortini lagdir undir skurð, tí støða teirra versnaði, meðan verkfallið var.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Erling Eidesgaard, løgtingsmann.

 

Erling Eidesgaard, løgtingsmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

3.000 viðtalur útsettar

Landsstýriskvinnan sigur eisini, at sambært Sjúkrahúsverkinum eru 3.000 viðtalur útsettar,  fluttar ella avlýstar í verkfallsraktu ambulatoriunum.

Tað eru 44 prosent færri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Taka vit bara november, er minkingin yvir 60 prosent.

Tá løgtingið legði upp í verkfallið og segði, at leiðslan í Sjúkrahúsverkinum hevði heimild at áseta neyðugu undantøkini, var eisini ásett ein kærunevnd at viðgera avgerðirnar hjá Sjúkrahúsverkinum um undantøk.

Sjúkrahúsverkið veit ikki um, at nøkur avgerð er kærd, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944