Uttanlandsnevndin skal kunnast betur

Uttanlandsnevndin skal kunnast betur
Nevndarlimir halda, at arbeiðið í nevndini eigur at verða skipað øðrvísi
Jenis av Rana, Jacob Vestergaard og Sólvit Nolsø eru limir í uttanlandsnevndini. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
22.11.2023 - 13:11

Uttanlandsnevndin skal verða betur kunnað.

Tað halda fleiri flokkar á tingi.

Limir í uttanlandsnevndini vóru í Breddanum fyrrapartin, og her tóku Tjóðveldi, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin undir við, at arbeiðið í nevndini skal skipast øðrvísi.

 

Liljan Weihe og Jenis av Rana, limir í uttanlandsnevndini, vóru í Breddanum fyrrapartin. 

 

Jacob Vestergaard, sum umboða Fólkaflokkin í uttanlandsnevndini, tekur ikki undir við at broyta nevndina. Hann heldur ikki, at tørvur er á meiri kunning. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22112023_Uttanlandsnevnd

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008