Málið um akstovu í Gøtudali er steðgað upp

Málið um akstovu í Gøtudali er steðgað upp
Støðan er einki broytt, síðani tilboðini komu inn. Tey vóru nógv dýrari enn væntað
Ætlanin var leggja akstovurnar í Saltangará og Klaksvík saman og flyta tær í Gøtudal, men málið er steðgað upp. (Savnsmynd)
 
22.11.2023 - 09:20

Ætlanin um at leggja akstovurnar í Saltangará og í Klaksvík saman, og gera nýggja akstovu í Gøtudali, er steðgað upp.

Uni Rasmussen, fyrrverandi landsstýrismaður, ætlaði at leggja akstovurnar saman.

Trý tilboð komu um at byggja høli til Akstovuna, og tvey av teimum luku treytirnar.

Men tilboðini vóru nógv dýrari enn væntað, og tí kom steðgur í málið.

Og støðan er einki broytt, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22112023_Akstovan

 

 

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Mikudag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
188678
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428