Bergholið til Fámjins dýrkar 45 milliónir

Bergholið til Fámjins dýrkar 45 milliónir
Biðið verður um 25 milliónir kr. í eykajáttan nú í november
Bergholið til Fámjins fer at kosta 252 milliónir kr., er seinasta metingin.
 
21.11.2023 - 08:23

2.800 rúmmetrar av gróti eru dotnir niður úr loftinum í bergholinum til Fámjins.

Tvey omanlop hava verið. Tað fyrra var í apríl. Í tí vóru 800 rúmetrar av gróti.

Tað seinna var nógv størri. Tað var 9.oktober, tá 2.000 rúmetrar rapaðu úr loftinum.

Tað upplýsir Dennis Holm, landstýrismaður, í svari til fíggjarnevndina hjá løgtinginum.

 

2.800 rúmmetrar av gróti eru dotnir undan loftinum í bergholinum.

 

Seinkaður fimm mánaðir

Hetta seinkar arbeiðinum okkurt um fimm mánaðir. Tað skuldi annars vera liðugt komandi summar.

Og hetta krevur eykajáttan longu nú. Biðið verður um 25 mió. kr. nú í november.

Samanumtikið metir Landsverk, at bergholið verður 45 mió. kr. dýrari enn áður mett. 

Tað fer at kosta 252 mió. kr. í staðin fyri 207 sum áður mett.

10.november vóru 260 metrar eftir at bora.
 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878