Tvær milliónir brúktar til at manna Sjúkrahúsverkið við útlendingum

Tvær milliónir brúktar til at manna Sjúkrahúsverkið við útlendingum
Síðstu fimm árini hevur Sjúkrahúsverkið brúkt tilsamans nærum seks milliónir krónur til at keypa fyribils arbeiðsmegi
Í 2022 vuksu útreiðslurnar 175 prosent, tá 1,4 milliónir krónur vóru brúktar til vikarar. (Savnsmynd)
 
20.11.2023 - 12:20

Sjúkrahúsverkið hevur higartil í ár brúkt meira enn tvær milliónir krónur til at manna sjúkrahúsini við sjúkrarøktarfrøðingum úr útlendskum vikarstovum. 

Tað er munandi meira enn undanfarin ár.

Tað vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið. 

Síðstu fimm árini hevur Sjúkrahúsverkið tilsamans brúkt 5,9 milliónir krónur til at keypa fyribils arbeiðsmegi til Føroya.

Í 2019 brúkti Sjúkrahúsverkið 1,4 milliónir krónur til vikarar, men næstu árini minkaðu útreiðslurnar nógv.

Í 2020 var upphæddin smáar 600.000 og í 2021 um 500.000 krónur. 

Í 2022 vuksu útreiðslurnar 175 prosent, tá 1,4 milliónir krónur vóru brúktar til vikarar. 

Og stóri vøksturin heldur fram, tí higartil í ár hevur heilsuverkið brúkt 2,1 millión krónur til at manna føroyska sjúkrahúsverkið við útlendskum vikarum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd.
187771
Leygardag 15. februar
Upp á tá - 140225
187806
Leygardag 15. februar
Morgunlestur leygardagur 15.februar 2025
186668
Fríggjadag 14. februar
Vikuskiftið 14 februar
187800
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616