Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kiel vann á Füchse Berlin: Føroyingauppgerð uttan føroyingar
Kiel vann á Füchse Berlin: Føroyingauppgerð uttan føroyingar
Füchse Berlin tapti sín fyrsta dyst á vitjan hjá Kiel, sum vann 30-26, men føroyingarnir, Elias á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, fingu mestsum onga tíð á vøllinum
Mynd: Frank Molter/AP/Ritzau Scanpix
19.11.2023 - 15:25
Føroysku hondbóltsstjørnurnar, Hákun West av Teigum og Elias á Skipagøtu, fingu nærum onga tíð á vøllinum, tá Kiel vann á Füchse Berlin í dag.
Hetta er fyrstu ferð, at føroysku úrmælingarnar hittast í innanhýsis dysti í Bundesliguni, men tey, sum gleddu seg at síggja úrmælingarnar bresta saman, vórðu vónbrotin.
Elias á Skipagøtu kom heilt stutt á vøllin, meðan Hákun West av Teigum als ikki fekk spælitíð. Hetta er ikki fyrstu ferð, at vongurin, sum sær út til at fáa mest spælitíð í European League, hyggur at í heimligu kappingini, har Hans Lindberg framvegis hevur munin.
Trýst Kiel gav revunum fyrsta tapið
Meistararnir úr Kiel, sum hava haltað eitt sindur higartil í ár, vunnu annars 30-26 á Füchse Berlin, sum tapti sín fyrsta dyst í ár.
Liðið hjá Hákuni West av Teigum er kortini framvegis fremst í Bundesliguni. Füchse Berlin hevur 21 stig, meðan Elias á Skipagøtu og teir í Kiel hava 16 stig á fimta plássi.
Nummar 71 fekk mestsum onga spælitíð fyri Kiel ímóti Füchse Berlin, meðan Hákun West av Teigum als ikki kom á vøllin fyri revarnar. MYND: Frank Molter/AP/Ritzau Scanpix
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV