Nýggj avtala gagnar ikki føroyskari filmsframleiðslu

Nýggj avtala gagnar ikki føroyskari filmsframleiðslu
Kravið er framvegis, at eitt danskt felag skal hava fíggingina til filmsgerð
Jón Hammer er filmsframleiðari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.11.2023 - 13:48

Hóast føroyskt og grønlendskt nú verða javnsett við danskt mál í nýggju filmsavtaluni hjá donsku stjórnini, gagnar avtalan ikki føroyskari filmsframleiðslu.

Tað sigur Jón Hammer, føroyskur filmsframleiðari. 

Hann vísir á, at kravið er framvegis, at eitt danskt felag skal fáa fíggingina.

- Kanska koma fleiri filmar á føroyskum máli, men eg veit ikki, um filmarnir vera føroyskir fyri tað, sigur Jón Hammer.

Hann heldur, at hetta er eitt høvi hjá føroyskum myndugleikum at gera meira burtur úr føroyskari filmsframleiðslu.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16112023_Filmsvinna


Í nýggju avtaluni millum donsku stjórnina og aðrar flokkar í Fólkatinginum, er ætlanin at lata danska filmsídnaðinum 622 milliónir kr. frá 2024 til 2027. 

Hetta verður gjørt í eini roynd at hjálpa kreppuraktu filmsvinnuni í Danmark.

Og tað er í hesi avtaluni, at grønlendskt og føroyskt verða javnsett við danskt mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV