Ukrainsk flóttafólk kunnu vera í Føroyum til 2025

Ukrainsk flóttafólk kunnu vera í Føroyum til 2025
Lógin um fyribils uppihaldsloyvi kom í apríl í fjør
Bjarni Kárason Petersen, landstýrismaður í lógarmálum, og Kaare Dybvad Bek, útlendingaráðharri, eru samdir um, at 250 flóttfólk kunnu nú koma til Føroya og fáa uppihaldsloyvi her.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.11.2023 - 08:14

Kaare Dybvad Bek, útlendinga- og integratiónssráðharri, hevur nú lýst kunngerðina um, at flóttafólk úr Ukraina kunnu vera í Føroyum til 17.mars í 2025.

Gamla kunngerðin segði 17.mars 2024.

Lógin um fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum kom 8.apríl í 2022.

Semja er millum landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, og Kaare Dybvad Bek um, at 250 flóttfólk kunnu nú koma til Føroya og fáa uppihaldsloyvi her.

Gamla talið var 200.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV