Bretska avgerðin broytir ikki danska hugsjón

Bretska avgerðin broytir ikki danska hugsjón
Bretski hægstirættur kom í gjár fram til, at ætlanirnar hjá bretsku stjórnini um at senda flóttafólk til Rwanda eru ólógligar.
 
15.11.2023 - 18:59

Hægstirættur skuldi meta, um Rwanda er trygt triðjaland, sum umsøkjarar um friðskjól kunnu sendast til, og niðurstøðan er, at tað er tað ikki, og tí er ætlanin hjá stjórnini ólóglig.

- Orsøkir eru til at halda, at fólk ið søkja um friðskjól eru í veruligum vanda fyri at fáa vánaliga viðferð í eini roynd at fáa tey aftur til heimlandið hjá sær, um tey verða send til Rwanda', stendur í dóminum í hægstarætti.

Hetta fær tó ikki donsku stjórnina at broyta ætlanir sínar um at stovna eitt móttøkumiðstøð í einum øðrum landi, sigur danski útlendinga- og integrationsráðharrim, Kaare Dybvad Bek, skrivar tíðindastovan Ritzau.

- Dómurin í Bretlandi broytir ikki tað, at tørvur er á nýggjum loysnum, ið skapa rættvísari skipan um friðskjól. Tað arbeiðir danska stjórnin framvegis við, eins og stjórnir í eini røð av øðrum ES-londum, sigur danski ráðharrin við Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV