Royndarsigling ger av, um Teistin verður avloysaraskip

Royndarsigling ger av, um Teistin verður avloysaraskip
Arbeitt verður framvegis við nýggjari prísskipan fyri Strandferðsluna, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður
Teistin verður kanska avloysaraskip hjá Strandferðsluni.
 
15.11.2023 - 18:00

Vísir royndarsiglingin við Teistanum, at skipið kann brúkast á nólsoyar- og kalsoyarleiðini, fer landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, helst at mæla til, at Teistin ikki verður seldur.

Ætlanin hevur annars verið at selt Teistan, tá Sandoyartunnilin letur upp stutt fyri jól.

 

Koyrandi verður í Sandoyartunlinum fyri jól.

 

Dennis Holm sigur, at Strandferðslan hevur tørv á avloysaraskipi, tá okkurt av hinum skipunum ikki er í sigling.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevði eitt uppskot herfyri um at broyta prísbygnaðin hjá Strandferðsluni, men tað fekk kaldliga móttøku.

 

Dennis Holm er landsstýrismaður í samferðslumálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Dennis Holm sigur, at arbeitt verður framvegis við málinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

15112023_Teistin_og_avloysaraskip

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV