- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna fráboðan um skeiva frágreiðing
Kanna fráboðan um skeiva frágreiðing
Kannað verður, um tann, sum gav skeivu frágreiðingina, skal revsast
15.11.2023 - 14:53
Politiið kannar enn fráboðanina, sum tað fekk um skeiva frágreiðing í rættarmálinum um arbeiðsviðurskiftini hjá Farhat'sa Pitsa í Saltangará.
Arbeiðsgevarin er ákærdur fyri at hava hótt og sligið.
Talan er um tríggjar menn, sum arbeiddu hjá honum.
Ákæran er send Føroya rætti, men málið er ikki dagsett har enn.
Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, sigur, at tey kanna enn fráboðanina um skeiva frágreiðing, og um tann, sum gav skeivu frágreiðingina, skal revsast fyri tað, ella um hann er hóttur til at geva skeiva frágreiðing.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV