Slakar 44 milliónir aftrat til H-bygningin

Slakar 44 milliónir aftrat til H-bygningin
Brúk verður ikki fyri fleiri pengum uttan so, at broytingar verða gjørdar í verkætlanini, hevur fíggjarnevndin fingið at vita
28 atkvøður vóru fyri og ein ímóti at játta meiri pening til H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, tá løgtingið atkvøddi í málinum í gjár.
 
15.11.2023 - 08:08

Øll, sum vóru í tingsalinum í gjár, uttan ein, atkvøddu fyri at lata 43,7 milliónir aftrat til H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum.

28 atkvøður vóru fyri, og Jørgen Niclasen atkvøddi ímóti.

H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum kostar slakar 50.000 kr. fermeturin, neyva talið er 49.713 kr.

Tá eru tær 43,7 milliónirnar, sum landsstýrið hevur biðið um aftrat, taldar við.

 

Kostar 770 milliónir

H-bygningurin er 15.483 fermetrar, og hann kostar 769,7 mió.kr.

Fíggjarnevndin sigur seg hava fingið at vita, at 43,7 mió.kr. er tann upphæddin, sum er neyðug at gera H-bygningin lidnan og kláran at taka í nýtslu.

Nevndin hevur fingið upplýst frá landsstýrinum, at brúk verður ikki fyri fleiri pengum, tó uttan so, at broytingar verða gjørdar í verkætlanini. 

Fíggjarnevndin hevur fingið at vita frá løgmanni, Akseli V. Johannesen, at æltanin er at endurskoða verandi leist, sum verður brúktur at skipa byggiverkætlanir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV