Fyrsti ísraelski gíslin staðfestur deyður

Fyrsti ísraelski gíslin staðfestur deyður
Talan er um 19 ára gomlu Noa Merciano, sum var ísraelskt herfólk
Kríggið millum Ísrael og Hamas í Gasa-geiranum heldur fram. Í dag er fyrsti ísrealski gíslin staðfestur deyður.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.11.2023 - 16:17

Fyrsti gíslin er deyður, sum bleiv tikin til fanga av Hamas 7. oktober.

Tað vátta bæði Ísrael og Hamas, sambært DR.

Talan er um 19 ára gomlu Noa Merciano, sum var ísraelskt herfólk. 

Hon er tann fyrsti gíslin, sum er staðfestur deyður, av teimum okkurt um 240 gíslunum, sum vóru tiknir til fanga í Gasa.

Sambært Hamas doyði Noa Merciano í einum ísraelskum álopi, men Hamas hevur ikki víst á nøkur prógv fyri hesum uppáhaldi.

Hamas tók gíslarnar 7. oktober, tá ið Hamas leyp í Ísrael. Umleið 1200 ísraelar og útlendingar vóru dripnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859