Stjórin í Hondbóltssambandinum sagt upp

Stjórin í Hondbóltssambandinum sagt upp
Hondbóltssamband Føroya skal hava nýggjan stjóra, nú Hans Jón Thomsen hevur boðað frá, at hann sigur seg úr starvi
Hans Jón Thomsen tók við sum stjóri í HSF í november í fjør
 
14.11.2023 - 11:29

Hondbóltssambandið skal hava nýggjan stjóri. 

Eftir umleið eitt ár í starvinum hevur Hans Jón Thomsen sagt seg úr starvi. Hann heldur tó fram til eftir EM-endaspælið hjá hondbóltsmonnunum í Týsklandi í januar.

 - Menningin í føroyskum hondbólti gongur við rúkandi ferð, og havi eg saman við nógvum dugnaligum fólkum roynt at lofta hesari menning skipanarliga og umsitingarliga. Tó, eftir nógv ár í leiðslu, havi eg valt at gera aðrar raðfestingar, og nú felagsskapurin skal taka næstu tøkini, fari eg at geva stafettina víðari, sigur hann sambært Hondbóltssambandinum.

Í umsitingini hjá HSF starvast í dag, umframt stjóran, trý starvsfólk, sum taka sær av umsitingarliga, fíggjarliga, og ítróttarliga partinum í sambandinum.

Hondbóltssambandið er farið undir at leita eftir nýggjum stjóra.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109