Halda fram at viðgera tøkugjøldini í morgin

Halda fram at viðgera tøkugjøldini í morgin
Álitið frá vinnunevndini verður ikki skrivað, fyrr enn allir hoyringarpartar hava sagt sína hugsan um málið
Erhard Joensen er formaður í vinnunevndini. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
13.11.2023 - 14:53

Vinnunevndin verður ikki liðug at viðgera uppskotið frá Sambandsflokkinum um tøkugjøld í alivinnuni í dag sum ætlað.

Tað er niðurstøðan eftir fundin hjá vinnunevndini í dag.

Nevndin sendi boð eftir Búskaparráðnum, Bakkafrosti, Hiddenfjord, MOWI og landsstýrismanninum í vinnumálum. 

Av tí at tað ikki hevur ligið fyri hjá umboðnum fyri Mowi at møta í nevndini í dag, verður tann hoyringin útsett til í morgin.  

Formaðurin í vinnunevndini, Erhard Joensen, vil einki siga, fyrr enn allir hoyringarpartarnir hava verið í nevndini, og einki álit verður skrivað, fyrr enn allar hoyringar eru lidnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878