- Tíðindi, mentan og ítróttur
VÍF tapti fyri fyrstu ferð - Neistin útsligin í European Cup
Menninir hjá VÍF taptu fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið, tá H71 vitjaði í Vestmanna í dag. Hoyvíkingar vunnu 31-27 eftir javnleik 15-15 í hálvleikinum.
Filip Jojic skeyt heili 13 mál fyri oddaliðið, men tað var ikki nóg mikið ímóti H71, har Bogi Hansen og Høgni Højsted gingu á odda við sjey málum í part.
Í Havn vann Kyndil trygt á grannunum úr Neistanum. William Skovsager skeyt níggju mál fyri teir í grønum, sum vunnu dystin 28-21 eftir trý-máls-leiðslu í steðginum.
KÍF var fyri smeiti á heimavølli, har kollfirðingarnir taptu 29-23 fyri StÍF. Tað var javnt 12-12 í steðginum, men strandingar við Christian Bonde á odda avgjørdu alt síðstu løtuna.
Neistin útsligin í European Cup
Kvinnurnar hjá Neistanum megnaðu ikki at spæla seg víðari úr triðja umfari í European Cup-kappingini.
Føroyska liðið tapti í dag 33-25 í seinna dystinum móti portugisiska høvuðsstaðarliðnum Benfica. Fyrra dystin, sum var í gjár, vunnu portugisar 34-27.
VÍF basti H71
Í bestu føroysku deildini hjá kvinnum vann VÍF 34-28 á H71 í Vestmanna. Durita Jojic var toppskjútti hjá heimaliðnum við 11 málum.
Í Klaksvík var Kári Horn aftur á beinkinum hjá Stjørnuni, sum vann ein tryggan 31-23 sigur á VB. Savica Mrkikj skeyt heili 13 mál fyri heimaliðið.